At skapa burðardyggar føroyskar matarskipanir, har lokal rávøra og grønar máltíðir eru ein natúrligur partur av samfelagnum.
At framleiða og selja burðardyggar máltíðir, samstundis sum vit menna og vísa praktiskar loysnir til grønari matarskipanir í Føroyum.
Tann Grøna Matveitingin er ein føroyskur environmental impact kitchen, sum arbeiðir fyri at eggja almennu føroysku køkarnar í ein grønari og meira burðardyggan rætning.
Vit framleiða og selja máltíðir hvønn dag, samstundis sum vit menna og royna nýggjar loysnir til burðardyggar matarskipanir.





